Í Føroyum hava fjølmiðlar og politikarar áður havt á máli, at Ísland ætlar at lata upp eina sendistovu í grønlendska høvuðsstaðnum.
Hetta er ikki rætt, tí í staðin verður talan um at lata eitt íslendskt konsulát upp í Nuuk.
Íslendska uttanríkisráðið hevur í tí sambandi útvegað sær eini lítil hús í Nuuk, har ið nýggja konsulátið skal halda til.
Hetta upplýsir uttanríkisráðið í Reykjavík, og ráðið hevur almannakunngjørt eina mynd av lítlu húsunum.
Ætlanin var, at konsulátið skuldi lata upp tann 1. juli í ár, men sum skilst er henda ætlan seinkað nakað.
Íslendska uttanríkisráðið upplýsir, at høvuðsendamálið við konsulátinum er at styrkja vinnusambondini millum Ísland og Grønland. Har næst eisini at økja mentanarliga samstarvið og uppgávur í sambandi við arktiska samstarvið.
Longu í mai í 2010 samtykti Altingið eitt uppskot til samtyktar um at gera avtalu við grønlendskar myndugleikar um at knýta sterkari almenn sambond landanna millum, og pengar vórðu síðani játtaðir á fíggjarlógini fyri 2013.
Fyrsti konsulin hjá Íslandi í Nuuk verður Pétur Ásgeirsson.