Her er skráin fyri tingfundin hósdagin

Hósdagin hevur nýggja Løgtingið fyrsta tingfundin

Talan er um fyrsta fundin eftir fundin 22. desember, har løgtingsforkvinna og løgmaður vórðu vald. Tað fyrsta á skránni hjá nýggja tinginum verður at skipa tingnevndirnar.

 

Dagsskráin til tingfundin hósdagin 5. januar klokkan 11 er hendan:

 

1          Val av nevndum, umrøddar í § 24 í tingskipanini.

 

2          Val av umboðum í Norðurlandaráðið.

 

3          Val av umboðum í Útnorðurráðið.

 

4          Val av løgtingsgrannskoðarum.

 

5          Val av nevningagrundlistanevndum

 

6          Framløga