Saman við nýggju liðfeløgunum í Dinamo Bukarest hevur Kaj Leo í Bartalsstovu verið til myndatøku, har felagið eisini hevur avdúkað hvørjum ryggnumrum leikararnir skulu spæla við framyvir.
Tá ið Kaj Leo og liðfelagarnir í Dinamo Bukarest í morgin kl.17.00 føroyska tíð fáa vitjan av FC Botosani, fer Kaj Leo í Bartalsstovu at lata seg í eina spælitroyggju, sum hevur nummar 21 á bakinum.
21 er sama ryggnummar, sum hann hevði tá ið hann fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Víkingi. Seinasta kappingarárið í Føroyum skifti hann til nummar 10, meðan hann í Levanger FK hevði nummar 13.