Her er ársins tjaldingarlega á G! festivalinum

Tey hava prentað egið búmerki á øl og t-shirt, og tónleikin hoyra tey úr einum føgrum hvítum svana

Sum siður er á G! festivalinum, er ársins tjaldingarlega aftur útnevnd í ár. Og ársins tjaldingarlega 2019 eitur "Svanareiðrið". Tað hevur ein nevnd einmælt samtykt aftan á at hava vitjað á tjaldingarøkinum.

Svanareiðrið gjørdi eisini nógv burtur úr teirra tjaldingarlegu á G! festivalinum í fjør, men í ár hava tey ungu fólkini gjørt sær serliga góðan ómak. Teirra gjøgnumgangandi tema er - sum heitið sipar til: Svanar. Hetta sæst eitt nú á stóra hátalaranum, sum tey hava bygt sum ein svana. Tey hava egnar t-shirts við búmerki á, og tey hava enntá fingið búmerkið prentað á ølirnar.

- Har var onki at ivast í. Tá nevndin sá Svanareiðrið læt úr teimum øllum: “Hetta er tað”. Hjartaliga tillukku Svanareiðrið! Takk fyri tykkara ágrýtni og tykkara hugflog, tit hava so dyggiliga uppiborið heiðurin Ársins Camp 2019!, skrivar G! Festivalurin.