Her er ársins spælari í Premier League

Premier League hevur nú kunngjørt hvør hevur vunnið heiðurin sum ársins spælari

Kevin De Bruyne er valdur til ársins spælara í hesum kappingarárinum í Premier League. Miðvallarin hjá Manchester City hevur skorað 13 mál og lagt upp til heili 20 mál. Belgiski landsliðsspælarin hevur verið sannførandi í flestu av sínum avrikum.

Manchester City tapti í gjár í Champions League. Eftir dystir segði Kevin De Bruyne, at hann fór beint heim til unnustuna, tí hon skal eiga hvørja løtu. Hetta metti hann eisini verða eitt gott høvi at hugsa um okkurt annað enn tapið. Nú kann hann so brúka hetta sum eitt plástur á sárið.

Hann var í kapping við Trent Alexander Arnold, Sadio Mané og Jordan Henderson úr Liverpool, Danny Ings úr Southampton, Nick Pope úr Burnley og Jamie Vardy úr Leicester. Kevin De Bruyne er triði spælari úr Belgia, sum vinnur hendan heiðurin. Vincent Kompany úr Manchester City vann í 2011/12 og Eden Hazard úr Chelsea í 2014/15.

Jürgen Klopp, venjari hjá Liverpool, er kosin til ársins venjar, og Trent Alexander Arnold, somuleiðis Liverpool, er kosin til ársins ungi spælari. Son Heung-min úr Tottenham fekk heiðurin fyri ársins mál, tá hann rann at kalla allan vøllin við bóltinum og skoraði móti Burnley.