Í gjár var stóra gallatiltakið hjá FIFA, har árins spælari skal veljast. Tað bleiv ikki óvæntað Luka Modric, sum bleiv kosin til árins spæla. Til seinast í tiltakinum bleiv eisini ársins lið sett – og tað hevur sett gongd í eitt kjak.
Les eisini: Luka Modric er ársins spælari
Í málinum er David De Gea úr Manchester United, men tað hongur ikki heilt saman við, at belgiski Thibaut Courtois bleiv kosin til ársins málverja. Faktist var David De Gea ikki í uppskoti til árins málverja.
Í verjuni eru tað Dani Alves (PSG/Brasil), Serigo Ramos (Real Madrid/Spania), Rafael Varane (Real Madrid/Frakland), Marcelo (Real Madrid/Brasil). Her verður serliga sett spurnartekin við Dani Alves, sum hvørki hevur havt eitt framúr kappingarár, ella er sloppin undan skaðum. Hann var millum annað ikki við til HM-endaspælið, sum annars hevur verið orsøkin til at fleiri av hinum hava vunnið sær pláss á liðnum.
Mitt á miðjuni eru tað heimsmeistarin úr Cheslea, N’Golo Kanté, og ársins spælari, Luka Modric. Frammanfyri teir er Lionel Messi úr FC Barcelona og Argentina. Hóast hann vann La Liga og sponsku steypakappingini, bleiv toppskjútti í Evropa og legði upp til flest mál, hevði flest væl eydnaðar dribblingar og skapti flestar møguleikar av øllum spælarunum í teimum fimm stóru deildunum, so endaði hann á fimta plássi.
Á høga vongi er tað franska stórtalentið, Kylian Mbappé, sum spælir við PSG, meðan Eden Hazard úr Belgia og Cheslea er á liðnum. Her undrast tey flestu á, at Mohamed Salah úr Liverpool og Egyptalandi ikki er á liðnum. Hann var í uppskotið til ársins spælara, men ikki á ársins liði. Hartil endaði Antoine Griezmann frammanfyri í ársins spælara samanteljingini.
Í álopinum er tað Cristiano Ronaldo, sum nú spælir við Juventus í italia. Hóast hann átti klárt tað besta málið, so vann hann ikki Puskas Award. Tað gjørdi hinvegin Mohamed Salah. Her vilja fleiri verða við, at talan var ikki ein gongd um besta málið hjá Mohamed Salah í farna kappingarári.
FIFA ársins lið:
David De Gea – Dani Alves, Rafael Varane, Sergio Ramos, Marcelo – N’Golo Kanté, Luka Modric – Kylian Mbappé, Lionel Messi, Eden Hazard – Cristiano Ronaldo.