Kinesiska rúmdarrakettin, sum fyrrapartin skapti hurlivasa í sponskum loftrúmi, var fyri umleið tveimum tímum siðan á veg tvørtur um Atlantarhavið.
ES-stovnurin, sum heldur eyguni við heimsrúminum, EU SST, segði seg vænta, at rakettin skjótt rakar landjørðina.
Útrokningar í morgun søgdu, at rakettin kom inn í lofthavið aftur stutt fyri klokkan 10 norska tíð, og hetta samsvarar sambært útlendskum miðlum við tiltøkini, sum Spania setti í verk.
Tann 21 tons tunga rúmdarrakettin - CZ-5B - fylgir einari leið vesturyvir Atlantshavinum, og útrokningar fyrr í morgun vístu, at rakettin fer tvørtur um norðurendan av Suðuramerika.
- Tað mesta av jørðini er hav ella óbygt øki, so sannlíkindini fyri, at rakettin dettur niður í øki, har fólk býr, er lítil, sigur stovnurin, sum tó leggur aftrat, at útrokningarnar eru rættiliga óvissar.
Lagt verður aftrat, at rúmdarrakettir av slíkum slag plaga at brenna upp í lofthavinum, men tað hendir eisini, at tær raka jarðarflatuna.
Stovnurin, EU SST, veit at siga, at rakettin ferðast við næstan 27.000 kilometrum um tíman.










