Í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum í dag verður borið í hvørt hús í landinum, er skeiv lýsing fyri Faroe Pride komin við. Av misgávum er lýsingin frá 2017 prentað í blaðnum, og hon er sum vera man misvísandi.
Faroe Pride verður í ár hildin í Havn fyri ólavsøku fyri 10. ferð, og hesaferð verður tað kendi danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard, sum fer at seta ársins Pride. Eisini verður ymiskt undirhald og tónleikaframframførslur.
Skráin fyri Faroe Pride 2019 er hendan:
Kl. 15.45: Tað verður hitað upp við Tórsvøll og ókeypis fløgg verða deild út.
Kl. 16.00: Pride skrúðgongan byrjar við Tórsvøll. Øll eru vælkomin at luttaka í gonguni, sum fer oman á Vaglið
Kl. 16.30: Ókeypis Pride konsert við Teitur, Jasmin, Marbles Lost, Helgi og danski sjónvarpsverturin Hans Pilgaard setur ársins Pride. Føroyska drag queen, Boogie O´Kayla verður vertur. Hetta verður á Vaglinum.
Kl. 18.00: Pre-Afterparty í Suppurgarðurin, har Springarasystrar diska
Kl. 19.00: 50 ár eftir Stonewall – Framløga og stuttfilmaframvísing í Perluni, sum Faroe Islands Minority Film Festival standa fyri
Kl. 21.00: Pride Afterparty í Sirkus við Joe & the Shitboys og ymiskum DJs










