HB hevur dag gjørt ein eitt ára sáttmála við Sammy Skytte. Hann er ein 27 ára gamal miðvallari, sum hevur spælt á høgu stigi fyrr í síni yrkisleið, men kemur til HB úr næstbestu deildini í Rumenia.
Sammy Skytte er uppvaksin í Silkeborg IF og spældi á besta liðnum frá 2015 til 2018, tá hann skifti til FC Midtjylland fyri 3,7 milliónir krónur. Hesa tíðina bleiv hann útleigaður til AC Horsens og Stabæk. Í 2020 spældi hann 20 dystir fyri besta liðið hjá Bodø/Glimt, ið vann norska meistaraheitið.
Hann skifti sama ár til Stabæk og spældi har frá 2020 til 2022, tá partarnir valdu at slíta sáttmálan. Sammy Skytte spældi í fjør við Concordia Chiajna í næstbestu deildini í Rumenia.
Adolfo Sormani, nýggi venjarin hjá HB, hevur meldað greitt út, at ongin spælari kemur til felagið, sum ikki hevur rætta hugburðin. Hetta hevur helst vigað nógv, tá Sammy Skytte er keyptur, men hann er eisini keyptur tí HB hevur brúk fyri miðvallarum.
HB vann um vikuskiftið Stórsteypadystin móti KÍ. Sunnudagin klokkan 18 spælir HB móti NSÍ í 1. umfarinum í Betri deildini.