Her er nýggja búmerkið hjá Sea Shepherd

Tindhólmur avloysir Merkið í búmerkinum hjá Sea Shepherd

 

Grafikararnir hjá Sea Shepherd fóru tíðliga av songini í morgun fyri at gera nýtt búmerki til átakið hjá felagsskapinum í Føroyum. Búmerkið skuldi kunngerast á tíðindafundi fyrrapartin.

Orsøkin til nýggja búmerkið er, at Sea Shepherd hevur verið fyri hørðum atfinningum fyri at brúka Merkið í sínum búmerki. Tað halda fólk verða bæði skeivt og helst ólógligt. Sea Shepherd sigur seg hava tikið hetta til eftirtektar og ætlar sær ikki at brúka føroyska flaggið frameftir. Boðini um hetta skulu vera komin frá Paul Watson, sum er leiðari fyri felagsskapin.

Men um føroyingar verða so nógv meira fegin um nýggja búmerkið er ein onnur søga, tí nú er Tindhólmur sloppin upp í part í búmerkinum.