Undir sólarmyrkingartiltakinum í morgun avdúkaði bygdaráðið í Kvívík vinnaran av búmerkjakappingini, sum kommunan útskrivaði 1. mars.
Sólarmyrkingartiltakið varð hildið í felagshølunum í nýggja seyðahúsinum, sum nakrir av hagaeigarunum hava latið byggja.
Yvir 200 fólk vóru savnaði til tiltakið í nýggja seyðarhúsinum. Tey vóru so heppin, at skamt undan fullu sólarmyrkingini, klárnaði í, og tey sóu sólina hvørva. Síðani var so at siga klárt, heilt til sólarmyrkingin var umleið klokkan trý korter til ellivu.
Yvir 40 uppskot komu inn til kappingina, og í morgun var so vinnandi uppskotið avdúkað. Vinnarin gjørdist Robert Gutke, ið er ein týskari, sum býr á Eiði. Robert Gutke var ikki til staðar sjálvur, hann er staddur í Týsklandi.