Nýríka Newcastle skal hava nýggjan venjaran, eftir at Steve Bruce bleiv koyrdur. Fyrst ljóðaði at tað skuldi verða Unai Emery, fyrrverandi venjarin hjá Arsenal, sum skuldi verða nýggjur venjari hjá Newcastle.
Í dag bendir alt á, at tað verður fyrrverandi venjarin hjá AFC Bournemouth, Eddie Howe, sum skal taka við. Hann var á leikvøllinum saman við leiðsluni hjá Newcastle, tá felagið í kvøld spældi javnleik 1-1 móti Brighton.
Newcastle hevur fingið nýggjar eigarar og hevur klárt ríkasta baklandið í fótbóltsheiminum, eftir at royala familjan í Saudiarabia, umvegis eitt íleggjaragrunn, hevur keypt meirilutan í felagnum.