Her er nýggi venjarin hjá Neista-monnum

Scott Harrington verður høvuðsvenjari hjá mansliðum Neistans 2024 - 2025

Venjaratoymið Neistans til mansliðini: Høvuðsvenjari Scott Harrington (í miðjuni), hjálparvenjari Sjúrður Thomassen og liðleiðari Barbara Høj. Málmansvenjari Dejan Lacock vantar á myndini. 

Tíðindaskriv frá Neistanum:

 

Høvuðsvenjari hjá Neistamonnum 2024-25 er tann ógvuliga royndi og hondbóltskøni bretin Scott Harrington. Hann hevur fyrr arbeitt fyri Neistan við sera góðum úrslitum. Hjálparvenjarin hjá Scott Harrington verður Sjúrður Thomasen, og Dejan Lacock verður málmansvenjari. Liðleiðari verður Barbara Høj, sum hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyri Neistan í mong ár.

 

Umframt at vera venjari hjá Burn liði Neistans,  verður Scott eisini høvuðsvenjari hjá dreingjum 18 ár og 1. deild Neistans hjá monnum.

 

Soleiðis tryggja vit fyrsta floks  samanhang í venjingini.

 

 

 

Venjaratoymið Neistans til mansliðini: Høvuðsvenjari Scott Harrington (í miðjuni), hjálparvenjari Sjúrður Thomassen og liðleiðari Barbara Høj. Málmansvenjari Dejan Lacock vantar á myndini.