HB hevur sett Allan Dybczak sum høvðusvenjara hjá Betri monnunum, eftir at Jonas Dal Andersen fyri einum mánaði síðani fór úr starvinum. Allan Dybczak hevur A-venjaraprógv frá Fótbóltssambandinum, sum krevst fyri at verða høvðusvenjari í Betri deildini. HB boðar frá, at hann kemur at hava ábyrgdina saman við Kevin Schindler, ið hevur staðið á odda fyri liðnum seinasta mánaðin.
– Allan Dybczak verður partur av venjaratoyminum hjá Betri monnum, har hann kemur at hava høvuðsábyrgdina saman við Kevin Schindler. Mikkel Richardt Mortensen verður hjálparvenjari. Restin av venjaratoyminum hjá Betri monnum verður óbroytt, skrivar HB.fo.
HB hevur roynt, at fáa undantaksloyvi til Kevin Schindler. Einasta orsøkin til, at hann ikki lýkur krøvini í løtuni er, at koronastøðan hevur gjørt, at týska fótbóltssamabndið hevur steðgað allar útbúgving.
– Vit ynskja at seta Kevin Schindler sum venjara, men vegna koronu hevur hann ikki kunnað tikið A-prógvið í Týsklandi. Hann er ikki her fyri stuttleikar, men er ein venjari, sum veruliga meinar tað. Vit hava havt hann her í hálvt annað ár og vóna, at tað ber til at gera eitt undantak, segði Páll M. Joensen, formaður í HB, undan dystinum móti Budocnost Podgerica fyri eini viku síðan.
Reglugerðin sigur, at ein venjari skal verða komin í helvt við sína A-venjaraútbúgving, fyri at kunna standa á odda fyri einum liði í Betri deildini. Orsaka av útsetingini byrjar Kevin Schindler fyrst upp á A-venjaraprógvið í august.