Jón Pauli Olsen er nýggi venjarin hjá FC Suðuroy, eftir at Jón Johannesen gavst í starvinum í summar.
Nevndin í FC Suðuroy hevur gjørt avtalu við Jón Paula Olsen, sum saman við Palla Augustinussen og Boga Mortensen kemur at venja 1. deild hjá FC Suðuroy, tað sum eftir er av kappingarárinum, skrivar FC Suðuroy á heimasíðuni.
Jón Pauli Olsen er ættaður úr Vági og spældi í nógv ár fyri besta mansliðið hjá VB – millum annað í 2000, tá ið felagið vann FM.
Jón Pauli Olsen er eisini venjari hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti, sum hevur tríggjar undankappingardystir á skránni í heyst.