Tað verður í staðin Heðin Stenberg, sum kemur at verja málið hjá HB um vikuskiftið. Hann hevur í ár verið eykamálverji hjá AB, men feløgini eru komin ásamt um, at Heðin Stenberg skiftir til HB til steypadystin móti B36 um vikuskiftið.
Les eisini: HB trupult við at fáa Símun Rógva heim
Teitur M. Gestsson bleiv skaddur móti KÍ. Tá felagið bara hevur ein óroyndan eykamálverja hevur HB til at leiga ein málverja, tí talan er um sokalla undantaksstøðu, tá talan er um málverjar.
Les eisini: HB tosar við Símun Rógva
- Tað er rætt, at Heðin Stenberg kemur at standa í mál um vikuskiftið fyri okkum. AB hevur víst góðan samstarvsvilja. Spælaraloyvið verður flutt aftur til AB aftaná, sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge.
Les eisini: Hetta er hent hjá Teiti
HB hevur í eina tíð roynt at fingið Símun Rógva Hansen heim at spæla, men tað hevur ikki eydnast. Tað er ymiskt viðurskiftið við at skifta búðstað og annað, sum gera tað trupult hjá føroyskum spælarum, ið lesa niðri, at koma heim at spæla partar av kappingarárinum.
Les eisini: Teitur fær nærri boð í morgin
Heðin Stenberg hevur fyrr staðið í mál hjá HB. Tað gjørdi hann í 2011. Annar hevur hann bara spælt fyri AB.
HB skal sunnudagin spæla móti B36 í kappingini um Løgmanssteypið. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 15.









