HB hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Emil Grønn Pedersen. Hetta er nakað, sum Sosialurin og In.fo hava skrivað fyrr í ár, og tí kemur tað ikki óvart á.
- Norski áleyparin Emil Grønn Pedersen spælir í reyðum og svørtum komandi kappingarár. Emil spældi í fjør við 07 Vestur, har hann í 26 landskappingardystum skoraði 9 mál. Vit bjóða Emil vælkomnum í Gundadal, skrivar HB.
Emil Grønn Pedersen er ein áleypari, sum bæði kann spæla við rygginum til málið, og renna tað, sum á fótbóltsmálið, verður rópt djúpt. Hartil er Emil Grønn Pedersen ein fjølbroyttur spælari á fremstu plássunum og kann røkja plássið bæði á høgra og vinstra vongi.
HB seldi fyrr í ár Dávid Reynheim til Torino, meðan Mikkel Dahl og Emmanuel Duah ikki halda fram. Tí eru Jákup Thomsen og Emil Grønn Pedersen í løtuni einastu áleypararnir.