Her er nýggi áleyparin hjá AB

AB hevur í vetur leitað eftir nýggjum áleypara, og hann er nú funnin í donskum fótbólti

AB hevur í vetur leitað eftir nýggjum áleypara, og hann er nú funnin í donskum fótbólti. Navnið á manninum er Aramis Kouzine. Hann er 24 ára gamal og 189 cm høgur, skrivar AB.

 

Aramis Kouzine er upprunaliga úr Kanada, har hann er uppvaksin, men seinastu árini hevur hann verið ymsastaðni í evropeiskum fótbólti. Síðsta hálvárið hevur hann spælt við Thisted í triðbestu, donsku deildini, 2. division. Í norðurjútlendska felagnum hevur Aramis Kouzine spælt átta dystir, har hann skoraði eitt mál.

 

Í sínari tíð í Danmark hevur stóri áleyparin eisini verið sáttmálabundin hjá bæði Aab og Hobro. Avtalan millum AB og Aramis Kouzine er galdandi til og við kappingarársenda 2024.

 

Aramis Kouzine er nýggjur saman við Sam Pollard, meðan Erik McCue, Matthias Præst Nielsen, Yevhenii Kholmetskyi og Jonas Sapienza eru givnir síðani kappingarenda í fjør.