Her er nýggi áleyparin hjá AB

Video: Ein útlendskur áleypari royndarvenur í hesum døgum í AB. Talan er um ein málfarligan harra.

AB hevur í hesum døgum vitjan av einum nýggjum áleypara, sum væntandi skal styrkja um álopspartin til seinnu hálvu.

 

Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, váttar fyri in.fo at útlendskur áleypari er og royndarvenur við AB í hesum døgum. FC Argir er felagið, ið rekur besta mansliðið hjá AB.

 

– Tað er rætt, at vit hava ein útlendskan áleypara til royndarvenjing. Hann fer at venja við hópinum komandi dagarnar og síðani taka vit støðu til, um vit gera sáttmála við hann.

 

Góð hagtøl

Áleyparin, ið talan er um er lettiski áleyparin Aleksandrs Cekulajevs. Útfrá hagtølunum er talan um ein málfarligan harra, tí í kappingarárinum 2011-2012 skoraði lettiski áleyparin 46 mál í 35 dystum fyri estlendska JK Narva Trans, ið spælir í bestu estlendsku deildini.

 

Afturat tí spældi áleyparin í 2010-2011 við Víkingur Ólafsvík í Íslandi, har hann skeyt 10 mál í 17 dystum.

 

Seinastu tvey árini hevur áleyparin leikt á Malta og í Thailandi og nú er Cekulajevs so til royndarvenjing á Argjum, har tey hava vónir um, at hann skal skjóta málini fyri AB í botnstríðnum.