Her er norðurlendska dreymaliðið

Norskur áleypari úr Premier League hevur tikið plássið frá Zlatan Ibrahimovic.

Norska blaðið VG ger á hvørjum ári eitt norðurlendskt dreymalið, har teir bestu norðurlendsku fótbóltsspælararnir frá hvørjum kalendaraári verða settir á eitt og sama dreymalið. Í gjár kunngjørdi blaðið dreymaliðið fyri árið 2017.


Ein av størstu norðurlendsku stjørnunum, svenski Zlatan Ibrahimovic, er ikki sloppin við á liðið hesaferð. VG sigur orsøkina vera, at hann ikki náddi at gera nógvar skreytir av sær av tí at hann sat uttanfyri við skaða frá apríl til novembur.


Ein ógvuliga kreativur miðvøllur við Christian Eriksen, Pione Sisto, Emil Forsberg og Gylfa Sigurðssyni er orsøkin til, at einans ein áleypari er á liðnum. Tað er norski Joshua King, sum í fjør skeyt 13 mál fyri Premier League-felagið Bournemouth.


Norðurlendska dreymaliðið sambært VG:


Byrjunaruppstilling: Kasper Schmeichel (Danmark) - Mikael Lustig (Svøríki), Andreas Granqvist (Svøríki), Simon Kjær (Danmark), Ludwig Augustinsson (Svøríki) - Thomas Delaney (Danmark) - Gylfi Sigurdsson (Ísland), Emil Forsberg (Svøríki), Pione Sisto (Danmark) - Christian Eriksen (Danmark) - Joshua King (Noreg)


Bonkurin: Robin Olsen (Svøríki), Andreas Christensen (Danmark), Riza Durmisi (Danmark), Aron Gunnarsson (Ísland), Marcus Berg (Svøríki), Nicolai Jørgensen (Danmark) og Zlatan Ibrahimovic (Svøríki)