Her er nokk til øll

Vit hava tað okkum tørvar, fyri at økja um okkara part av marknaðinum innan veitingar.

Tað er nokk til øll, sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magn, um ætlanirnar at menna Føroyar sum ein tænastudepil.

 

- Eg royndi at selja olju til hesi ymisku feløgini, sum sigla undir Føroyum, men sannleikin er, at eingin vildi keypa bara olju, tey vildu øll hava eina heildarloysn, sigur Hendrik Egholm.

 

Hetland hevur ment seg sum ein stóran veitingardepil, men Hendrik Egholm sigur, at misnøgdin við hetlendsku loysnina er stór, og tí er laga manni hjá Føroyum at stjala ein part av marknaðinum.

- Afturmeldingarnar vit hoyra um Hetland er, at loysnin er ikki nøktandi. Prísurin er ov høgur, bíðitíðin ov long og har eru ov nógv kundar. Tó so, tey vita hvat tey fáa í Hetlandi, meðan Føroyar enn eru ókendar sum veitingarloysn. Í eini bransju, sum hesari, har tað snýr seg um at hava so lítið risiko sum møguligt, skal nógv til, áðrenn feløg tora at skifta veitara, sigur Hendrik Egholm.

 

- Vit mugu bjóða allar loysnirnar, alla heildina, annars er tað fullkomiliga ómøguligt. Eg fái ikki selt ein dropa av olju, uttan at eg havi alt annað at bjóða eisini. Hinvegin, so fær eingin annar selt nakað, uttan at olja eisini er at fáa, sigur Hendrik Egholm.

 

Eini 10 oljuskip vóru á Havnini og royndu føroysku loysnina fyrsta ársfjórðing í ár og afturmeldingarnar hava verið góðar. Skipini fingu proviant, vatn og olju umframt at onkrar umvælingar vóru gjørdar.

- Vit hava kanska ikki alt at bjóða, sum tey hava aðrastaðni, og vit kunnu ei heldur taka ímóti teimum allar størstu skipunum, sum nú er, men tað, vit hava, er ivaleysa nokk til at økja um okkara part av hesum marknaðinum, sigur Hendrik Egholm.