Tað verður 41-ára gamla Liljan Weihe, sum fer at standa á odda fyri Visit Tórshavn eftir ársskiftið. Fremsta uppgávan hjá stjóranum og toyminum á Visit Tórshavn er at vekja áhugan fyri býnum og bygdunum í kommununi og soleiðis tæna bæði borgarum, ferðafólki og handilsvinnuni í býnum.
Liljan Weihe er útbúgvin samfelagsfrøðingur og journalistur frá lærda háskúlanum í Roskilde og hon hevur drúgvar royndir í samskifti og leiðslu. Liljan hevur í fleiri ár verið deildarleiðari í Kringvarpi Føroya og kemur úr einum starvi sum ráðgevari á Fólkatingi.
Tórshavnar kommuna leggur dent á at bøta um tænasturnar til havnarfólk og ferðavinnnuna, og við Liljan Weihe skal tryggja at Visit Tórshavn framhaldandi verður ein týðandi partur av hesum arbeiði, verður sagt í tíðindaskrivi.
Visit Tórshavn hevur eisini ein týðandi leiklut í at menna tiltøk og tilboðum til handilslívið, soleiðis at býurin alsamt verður meira livandi og spennandi at virka og liva í, sigur Henny á Líknargøtu, nevndarforkvinna í Visit Tórshavn.
Seks fólk starvast hjá Visit Tórshavn, sum húsast í Steinatúni. Liljan Weihe tekur við starvinum fyrst í komandi ári.












