Her er nýggi venjarin hjá Arsenal

Arsenal hevur í dag sett fyrrverandi spælara sum høvðusvenjara

Arsenal boðar í dag frá, at spanski Mikel Arteta er nýggjur høvðusvenjari í felagnum. Hann hevur gjørt sáttmála fram til 2023. Hann avloysir Unai Emery, sum bleiv koyrdur fyrr í ár. Síðani hevur Fredrik Ljungberg verið fyribils venjari.

37 ára gamli Mikel Arteta hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá Pep Guardiola í Manchester City. Hann hevur fyrr verið settur í samband við Arsenal, og í seinastuni við leysa venjarastarvið í Everton. Í báðum førum er talan um feløg, sum spanski miðvallarin hevur umboðað sum spælari.

Arsenal liggur í løtuni á 10. plássi í Premier League. Komandi dysturin hjá Arsenal er móti Everton, sum í løtuni hevur Duncan Ferguson sum fyribilsvenjara.

1Liverpool17161042:1449
2Leicester17123240:1139
3Manch.City17112447:1935
4Chelsea1792631:2529
5Tottenham1775532:2426
6Manch.Utd1767426:2025
7Sheffield Utd1767421:1625
8Wolves1759324:2124
9Crystal Palace1765615:1923
10Arsenal1757524:2722
11Newcastle1764717:2422
12Burnley1763822:2921
13Brighton1755721:2520
14Bournemouth1754819:2419
15West Ham1754819:2819
16Everton1753920:2918
17Aston Villa17431023:3015
18Southampton17431018:3615
19Norwich17331118:3512
20Watford1716109:329