Linda Margrethe Hesselberg tekur 1. oktobur við starvinum sum varafúti í Føroyum eftir Martin Gravsen, sum fer aftur til Danmarkar.
- Eg eri sera fegin um nýggja starvið, men samstundis eyðmjúk um ábyrgdina og álitið, sum verður víst mær, sigur hon við Miðlahúsið.
Linda Margrethe Hesselberg er útbúgvin á universitetinum í Keypmannahavn í 1999 og fór beinleiðis í starv sum fulltrúi í asyl-deildini í Udlændingestyrelsen.
Í 2001 flutti hon til Føroya, tá hon fekk starv sum politifulltrúi hjá fútanum og í 2004 bleiv hon tilnevnd sum seniorákæri í Føroyum.