Her er nýggi stjórin á Vodafone

Vodafone boðar í dag frá, at Bjarni Askham Bjarnason leggur frá sær eftir 11 ár í starvinum. Avloysarin er klárur at taka við.

- Vodafone er væl fyri, og týðandi úrslit eru rokkin. Nú er ein lagalig løta at fara víðari til nýggjar avbjóðingar, sigur Bjarni Askham Bjarnason, stjóri á Vodafone, ið nú leggur frá sær. Nýggjur stjóri verður Gudny Langgaard, ið hevur sum fokus at menna eina fleksibla og kundavinaliga fyritøku

Tann 1. august í ár verður stjóraskifti í telefyritøkuni Vodafone. Bjarni Askham Bjarnason, stjóri, hevur tikið avgerð um at fara frá tann 1. august, og tá tekur Gudny Langgaard, varastjóri á Vodafone, við starvinum.

Eftir sløk 11 ár sum Vodafone-stjóri tekur Bjarni Askham Bjarnason soleiðis samanum:

- Mest týðandi úrslitið er, at vit hava endavent føroyska telemarknaðin við at skapa kapping. Tænastustigið er hækkað og prísirnir sum heild lækkaðir. Hetta er ein fyrimunur fyri øll í Føroyum, sigur Bjarni A. Bjarnason.

Avbjóðingarnar í 11 ár hava verið stórar, starvsfólkini hava arbeitt hart, og týðandi sigrar eru vunnir: GSM-net kom í 2002; í 2004 kom fyrsta avlopið; og í 2008 broyttu vit navn til Vodafone og innførdu 3G-fartelefoni í Føroyum.

- Vodafone hevur riðið fíggjar- og búskaparkreppuna av og er væl fyri. Í fjør var aftur avlop, og skuldin er lítil. Men felagið hevur stórar avbjóðingar fyri framman við áhaldandi menning. Góð úrslit frameftir skulu stuðla upp undir framhaldandi íløgur í virksemi felagsins, samstundis sum kappingin er harðnað, sigur Bjarni Askham Bjarnason.

Bjarni Askham Bjarnason var við næstan frá byrjan, tá táverandi Kall varð stovnað. Hann tók við sum stjóri 1. oktober 2000, og felagið byrjaði virksemi í apríl árið eftir. Sjálvur hevur stjórin notið hvørja løtu øll árini, men nú er ein lagalig løta hjá honum at fara frá og at royna okkurt nýtt. Kortini verður Bjarni knýttur at Vodafone eitt skifti sum ráðgevi.

Hann ynskir komandi stjóranum, Gudny Langgard, blíðan byr og vónar, at kundar og starvsfólk taka væl ímóti nýggja stjóranum, ið hevur verið í starvi hjá Vodafone í hálvt annað ár.

- Gudny Langgaard er fakliga sera dugnalig og kreativ. Saman við nevndini og hinum í leiðsluni fer hon at leggja til rættis menningina av Vodafone. Nógvar spennandi avbjóðingar liggja fyri framman, og eg ivist onga løtu í, at Gudny fer at roynast Vodafone ein góður stjóri, sigur Bjarni Askham Bjarnason

- Nýggja leiðslan fer at fokusera á framhaldandi at menna fyritøkuna, so kundin fær mest møguligt fyri pengarnar. Fyritøkan er fleksibul og kundavinalig, og vit skulu vera heilt frammi í skónum, sigur Gudny Langgaard.

Fakta um farandi og komandi stjóra í Vodafone:

Navn: Gudny Langgaard

Aldur: 33 ár

Útbúgving: MBA í altjóða marknaðarføring frá lærda háskúlanum í Liverpool

Størv higartil: Varastjóri í Vodafone, marknaðarleiðari í Miðlahúsinum

Álitissessir: Nevndarforkvinna í Demich PF.

Navn: Bjarni Askham Bjarnason

Aldur: 44 ár

Útbúgving: Cand. Merc í almennari fyrisiting frá Handilsháskúlanum í Århus

Størv higartil: Deildarstjóri í Vinnumálaráðnum, fulltrúi í Landsstýrinum

Álitissessir: Nevnarformaður í Atlantic Airways, nevndarlimur í KT-felagnum. Hevur áður sitið í nevndunum fyri Vága- og Norðoyartunnilin og sjókaðalfelagnum FarIce.

Lyklatøl fyri Vodafone FO (2010)

Søla: 91,6 mió.kr.

Fíggjarjavni: 60,3 mió.kr.

Eginogn: 25,9 mió.kr (43% av fíggjarjavna)

Langfreistað skuld: 16,1 mió.kr.

Úrslit eftir skat: 1,7 mió.kr.

Kundasambond: 28.134 (29,3% av marknaðinum)