Stýrið í Kringvarpi Føroya hevur, eftir tilmæli frá eini setanarnevnd, gjørt av at seta Ivan Hentze Niclasen í starv sum stjóri í Kringvarpinum.
Ivan er 58 ár. Hann er kandidatur í søgu og hevur tikið master útbúgving í globalisering og integratión. Ivan hevur starvast í sjónvarpi- og útvarpi síðani 1991 og hann hevur drúgvar royndir í Kringvarpinum, eitt nú sum programleiðari og tíðindaleiðari.
Síðan 2015 hevur Ivan verið mentanarsamskipari og redaktørur á Mentunardeildini í Kringvarpinum. Ivan, sum býr í Miðvági, tekur við starvinum so skjótt tær praktisku umstøðurnar loyva tí.










