Tað er nú greitt, at tað verður Petur Mohr Niclasen sum verður nýggjur stjóri í meklarafyritøkuni, Skyn. Stjórin fór frá nakað síðani, men nú hevur nevndin so gjørt av, hvør skal taka við.
Petur Mohr Niclasen er 34 ára gamal og hevur verið løgfrøðingur hjá Skyn hesi seinastu trý árini.
Harafturat hevur hann eisini hollar royndir við keypi og sølu av fastari ogn á føroyska bústaðarmarknaðinum, sigur Skyn í tíðindaskrivi beint nú.
Fyrsta uppgávan hjá nýggja stjóranum verður at seta tvey nýggj starvsfólk, sum skulu taka sær av sølu, sethúsametingum og fyrisitingarligum uppgávum og tey størvini verða lýst leys í næstum.
Í fjør seldi Skyn 182 ognir.