Sambært bretska Daily Mail er Arsenal á markinum at keypa 23 ára gamla Mohamed Elneny hjá sveisiska FC Basel. Keypsprísurin sigst at liggja um fimm milliónir pund.
Mohamed Elneny er úr Egyptalandi, og hevur hann spælt 40 landsdystir fyri sítt land. Hann hevur spælt við FC Basel síðani 2013, og har hevur hann spælt ímóti bretskum feløgum sum Tottenham, Chelsea og Liverpool í evropeiskum høpi. Mohamed Elneny er ein av profilunum hjá FC Basel.
Elneny er defensivur miðvallari, ið bæði hevur álops- og verjukendar dygdir. Eisini hevur hann eitt sera gott langskot, sambært bretska Sky Sports. Leikarin hevur áður sagt, at tað er hansara dreymur at spæla í ensku Premier League, og tí tykist eitt skifti til Arsenal als ikki at vera óhugsandi. Serliga tá ið hugsað verður um, at Arsenal, sum vanligt, hevur eitt hav av skaðum, har oddaliðið í Premier League er serliga hart rakt á miðvøllinum.
Eftir sigurin hjá Arsenal ímóti Bournemouth spurdi Sky Sports Arsène Wenger, um hald vóru í leysasøgunum um, at Arsenal dyrgir eftir Mohamed Elneny, men tað hevði Wenger onga viðmerking til.