Vejle spældi í gjár javnleik 1-1 móti Lyngby í næstbestu deildini í Danmark. Jóan Símun Edmundsson skoraði málið fyri Vejle, meðan Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad byrjaðu inni.
Samandrátturin sæst við at trýsta HER (www.eb.dk)
Vejle kom á odda í fyrra hálvleiki, tá Jóan Símun prikaði eitt innlegg úr høgru í mál. Seinni í fyrra hálvleiki fekk Lyngby beinleiðis reytt kort, tá ein verjuspælari sparkaði út eftir Jóan Símuni.
Hóast ein spælara í yvirtal, so megnaði Vejle ikki at halda leiðsluna. Lyngby skoraði eftir horna til endaliga úrslitið 1-1.










