Lutakastið til bólkaspælið í Champions League hevur verið í dag. Talan bleiv um nakar áhugaverdar bólkar, har millum annað Robert Lewandowski skal aftur til Týsklands at møta Bayern Munchen. Bayern Munchen og FC Barcelona eru í bólki saman við Inter Milan og Viktoria Plzen.
Í bólki A koma Ajax úr 1. potti og eftirfylgjandi Liverpool, Napoli og skotska Rangers, sum vann seg víðari í gjárkvøldið við sigri á PSV. Í bólki B er styrkin nakað javnt býtt. FC Porto, Ateltico Madrid, Leverkusen og belgiska Club Brugge.
Tottenham, sum yvirhálaði Arsenal í stríðnum um at koma í Champions League, fekk eitt gott lutakast á pappírinum. Hini liðini eru Eintracht Frankfurt, Sporting Lissabon og Marseille. Síðstnevnda kom úr 4. potti og kann ikki roknast sum eitt gott lutakast, men tað kunnu Eintracht Frankfurt og Sporting Lissabon.
AC Milan og Chelsea eru favorittar at koma úr bólki E, Real Madrid er stórfavorittur í bólki F, meðan danska FCK fær seg royndan móti Manchester City, Sevilla og Borussia Dortmund. Í bólki H eru PSG, Juventus, Benfica og Maccabi Tel Aviv.
Bólkur A:
Ajax
Liverpool
Napoli
Rangers
Bólkur B:
FC Porto
Atletico Madrid
Leverkusen
Club Brugge
Bólkur C:
Bayern München
Barcelona
Inter
Viktoria Plzen
Bólkur D:
Eintracht Frankfurt
Tottenham
Sporting
Marseille
Bólkur E:
AC Milan
Chelsea
Salzburg
Dinamo Zagreb
Bólkur F:
Real Madrid
RB Leipzig
Shakhtar Donetsk
Celtic
Bólkur G:
Manchester City
Sevilla
Dortmund
FC København
Bólkur H:
PSG
Juventus
Benfica
Maccabi Tel Aviv