Her er kvinnulandsliðið

Kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla móti Serbia og Svøríki

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal í komandi viku spæla tveir EM-undankappingardystir. Tann fyrri í Serbia móti Serbia, meðan tann seinni verður í Føroyum móti Svøríki.

 

Felags fyri báðar dystirnar er, at talan er um ótrúliga torføra mótstøðu. Bæði Serbia og Svøríki verða roknað sum millum tær sterku hondbóltstjóðirnar.

 

Landsliðsvenjararnir, Scott Harrington og Sigrun Mikkelsen, hava úttikið landsliðið, ið skal takast við Serbia 29. septembur og Svøríki 1. oktober.

 

Málverjar:

Viviann Petersen, Selfoss

Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

 

Útispælarar:

Turið Arge Samuelsen, Kyndil

Tóra Eliasen, Stjørnan

Ninna Katrin Johansen, Aalborg HK

Marjun F. Danberg, Neistin

Bára K. Hansen, Kyndil

Daniella Joensen, Neistin

Anna Brimnes, Rødovre

Siw Matras, TMS Ringsted

Kristianna H. Joensen, Skanderborg

Bjarta O. Johansen, Kyndil

Pernille Brandenborg, GOG

Agnas Olsen, VÍF

Anja Eliasen, Kyndil