Her er kvinnan sum skeyt á Youtube

Hon hevur gramt seg um, at Youtube hevur sensurerað hana

 

Løgreglan í San Bruno í Kalifornia, hevur nú eyðmerkt kvinnuna sum brádliga fór at skjóta frá hond á høvuðstøðini hjá Youtube, sum er har í býnum. Talan er um 39 ára gomlu Nasim Najafi Aghdam úr San Diego. Hon særdi fýra fólk við skotum, áðrenn hon skeyt seg sjálva, sigur løgreglan. Hjá onkrum av offrunum er støðan framvegis lívshættislig.

 

Hon var íðin brúkari av Youtube, men gramdi seg um, at Youtube sensureraði videobrotini hjá henni, har hon talaði eldhugað fyri djóravernd og eggjaði fólki til verða veganarar, tað merkir at tey skulu ikki eta dýr, ella nakað av dýrum.

 

Í roynd og veru hava vit ikki talufrælsi og sannleikar, samfelagsskipanin ikki vil góðtaka, verða tagdir burtur siga útlendskir miðlar, at hon hevur skrivað á sosialum miðlum.

 

Løgreglan heldur ikki, at álopið á Youtube var yvirgangur, men tey halda, at hon leyp á tí at hon var ill inn á framferðina hjá Youtube, men keldur í løgregluni nevna eisini, at hon var eftir einum manni, hon hevði hildið saman við. Og sum hon var komin til ilnar við.

 

Tað eru eini 1700 fólk í starvi á høvuðstøðini hjá Youtube í San Bruno.

 

Tað er ógvuliga sjáldan at tað eru kvinnur, sum gera um seg á henda hátt. Ritzau sigur at ein uppgerð hjá The Washington Post vísir, at av 150 skottilburðum í USA síðani 1966, har fleiri enn fýra fólk eru rakt av skotum, er tað bara í trimum førum, at tað er ein kvinna, sum er farin at skjóta.