Ein av nógv umstríddu støðunum frá 24. umfari í Effo-deildini var brotssparkið, sum HB fekk móti Víkingi í Gundadali, tá Atli Gregersen var dømdur at gera brotsspark móti Kristini R. Mouritsen.
Les eisini: Er tað brotsspark her?
Hetta fekk øði í liðskiparan hjá Víkingi, sum aftaná dystin segði, at HB spælarin lat beinini hanga, so tað bleiv til kontakt og harvið brotspark. Kristin R. Mouritsen var tó ikki samdur í Atla Gregersen, og segði at talan var um brotsspark í støðuni.
Les eisini: Atli og Kristin um brotssparkið
Vit hava spurt limirnar í Facebook bólkinum “Fótbóltskjak”, um teir halda at talan var um brotsspark. Svarið er eitt greitt nei. Av teimum 333, sum atkvøddu, so mettu heili 266 at talan ikki var um brotsspark, meðan bara 38 mettu, at talan var um brotsspark. 29 meta, at tað kann dømast, og tí er tað upp til dómaran at meta um.
Er tað brotsspark til HB?
Nei: 266 (80%)
Ja: 29 (9%)
Kann dømast, so tað er upp til dómaran: 38 (11%)