Mikudagin lukkaðist tað ikki at koma til Føroya, tí lítla leiguflogfarið hættaði sær ikki at flúgva til Føroya í veðurlíkindunum, sum tá vóru.
Í morgun fleyg sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson við Atlantsflogi, og hon helt, at tað var betra loysnin.
- Ferðin hjá mær kiksaði av veðrinum hin dagin, men eg hevði eina fína ferð til Føroya í morgun. Eg skilji á lagnum, at mann skal brúka lokala flogfelagið, so tað havi eg gjørt hesaferð, segði Pamela Anderson við in.fo, áðrenn hon fór á tíðindafundin.
- Tað er deiligt at verða komin til Føroya, og eg má siga, at her er ótrúliga vakurt. Eg havi ongantíð upplivað nakað líknandi.
Pamela Anderson ætlar sær at verða í Føroyum ein part av vikuskiftinum.
Nógv fjølmiðlafólk eru møtt til tiðindafundin hjá Sea Shepherd, har sjónvarpsstjørnan Pamela Anderson luttekur og vil sýna sín stuðul til herferðina ímóti grindadrápi. Føroysku fjølmiðlarnir eru umboðaðir, men meirilutin av fjølmiðlafólkunum eru útlendsk.
Tíðindafundurin verður stroymaður á netinum og kann sostatt síggjast live kring heimin.