Her er harukongurin í Trongisvági

Í ár hava teir, sum skjóta haru í Trongisvági, sett met - men veitsluna hildu teir seg ikki til at hava

Heilar 117 harur. Tað er úrslitið, nú teir, sum skjóta haru í Trongisvági, telja veiðina í ár, saman, og so nógvar harur hava teir ongantíð fingið fyrr.

Haruveiðan í Trongisvági er serstøk, og eitt, sum ger hana serstaka, er at hon er samskipað soleiðis, at teir skjóta bara ein dag, og so er liðugt.

Teir eru 17 mans við í felagsskapinum, Klappjaktin, sum hevur rættin at skjótar harur í haganum oman fyri Trongisvág. Men hvør skjútti hevur so klapparar við sær, sum hava til uppgávu at bera matpakkarnar í hagan, og veiðuna heimaftur.

Tá ið veiðan verður tald saman, plaga teir at handa steyp til teir bestu skjúttarnar og tað plagdi verða í einum rimmar gildi, men fyri ikki at gera seg inn á tilmælini í samband við koronu, hava teir gjørt at at avlýsa afturvendandi veitsluna í ár.

Tískil vóru steypini handað uttandura, á plássinum hjá harumonnunum í Syðrutoft í Trongisvági, har allir menninir savnast, áðrenn farið verður at skjóta tann dagin, teir hava gjørt av at fara, og og teir aftur hittast at gera veiðuna upp.

Teir hava steyp til teir tríggjar skjúttarnar, sum fingu flestar harur, men so hava teir eisini eitt ferðasteyp at kappast um.

Umframt at skjúttin fær steyp, fáa klappararnir eisini heiðursmerki, men tað lá bara fyri hjá tveimum av teimum at vera við til heiðursmerkjahandanina í dag.

 ##med2##

 

Tað er elvirkið, Simo, sum hevur latið steypini, og nummar trý var Kristian Stórhamar, sum hevði teir báðar klappararnar, sonin, Berg H. Stórhamar, umframt Albert Thomasen, við sær.

Hann fekk tíggju harur, men tað var í harðari kapping við Magna Petersen, sum hevði klappararnar bróðurin, Gunnar Petersen og synirnar Eyðun Petersen og Benjamin Petersen, við sær.

Magni Petersen fekk eisini tíggju harur og tá ið tað stendur á jøvnum, verða harurnar vigaðar og tann, sum hevur bestu vektina, vinnur so steypið. Og tað vísti seg, at tær tíggu harurnar hjá Kristiani Stórhamar vigaðu 30 gramm meiri enn harurnar hjá kappingarneytanum – tilsamans, so hann fekk steypið fyri triðja plássið.

##med3##

 

Steypið fyri annað plássið fekk Birgir S. Rasmussen, sum hevði klappararnar, sonin, Markus Birgirson, umframt Ragnar Joensen og Allan Sveinbjørnson, við sær. Hann fekk 12 harur og tað rakk akkurat ikki til eitt fyrsta pláss. Tí fyrstaplássið fekk Jens Rói Sørensen, sum fekk 13 harur, saman við klapparunum, Nick Niclasen og Viberg Henryson.

Harukongurin fær eisini eitt ferðasteyp, sum Bergur Stórhamar hevur latið. Tann, sum vinnur ferðasteypið oftast í 12 ár, fær tað til ognar. Tað er Einar Petersen, sum hevur verið harukongur fýra ferðir, sum fær tað til ognar, men harukongurin í ár fer tað so í varðveitslu til næsta ár, tá ið hann letur tað frá sær til ognaran.