Fríggjadagin 23. mars fer føroyska U21-landsliðið hjá monnum aftur at dystast í EM-undankappingini. Talan er um útidyst ímóti Georgia, sum Føroyar vunnu 3-1 ímóti á Tórsvølli í oktobur í fjør. Málskjúttar tann dystin vóru Meinhard E. Olsen, Jákup Thomsen og Teit Jacobsen.
Les eisini: Síggj góðu málini hjá U21 ímóti Georgia
Les eisini: U21-landsliðið móti Georgia úttikið
Føroyar, sum eru á triðja plássi í undanbólkinum við fimm stigum fyri fyrstu fimm dystirnar, úttók sín hóp fyri einari viku síðani, og nú hevur Georgia eisini úttikið sín hóp.
Tað eru serliga tveir leikarar í hópinum, sum ein hevur hug at leggja merki til. Teir eru liðskiparin, Giorgi Kharaishvili, sum spælir við svenska IFK Göteborg, og Giorgi Arabidze úr ukreinska stórfelagnum, Shakhtar Donetsk. Felags fyri teir báðar er, at teir hava fingið dystir fyri A-landsliðið hjá Georgia, har tann seinni nevndi eisini hevur skotið trý mál.
U21-landsliðið hjá Georgia:
Málverjar
Lazare Kupatadze (Saburtalo)
Demetre Buliskeria (Dinamo Tblisi)
Giorgi Chochishvili (FC Zlate Moravce-Vrable, Slovakia)
Verjuleikarar
Tsotne Nadaraia (Saburtalo)
Guram Giorbelidze (Sioni)
Giorgi Kantaria (FC Neman Grodno, Hvítarussland)
Andre Giorgadze (Torpedo)
Tamaz Tsetskhladze (FC Sebail, Aserbadjan)
Luka Nadiradze (Olympik Donetsk, Ukreina)
Gagi Margvelashvili (Vera)
David kobouri (Dinamo Tbilisi)
Miðvallarar
Vladimir Mamuchashvili (Saburtalo)
Akaki Shulaia (Dinamo Tblisi)
Otar Kiteishvili (Dinamo Tblisi)
Giorgi Kharaishvili (IFK Göteborg, Svøríki)
Levan Macharashvili (FC Stumbras, Litava)
Luka Zarandia (Arka Gdynia, Pólland)
Giorgi Beridze (Trencin, Slovakia)
Giorgi Arabidze (Shakhtar Donetsk, Ukreina)
Áleyparar
Giorgi Kokhreidze (Saburtalo)
Vato Arveladze (Lokomotiv Tblisi)
Beka Mikeltadze (FC Rustavi)