Her er gávan hjá Lagerbäck

Fekk gávu frá hjálpara í íslendska hópinum eftir EM-endaspælið.

Ein av høvuðsmonnunum handan EM-ævintýrið hjá Íslandi í summar var venjari teirra, Lars Lagerbäck. Hann hevði longu undan EM-endaspælinum boðað frá, at hetta var seinasta kappingin saman við íslendska landsliðnum.


68 ára gamli sviin hevur sagt, at hann ikki ætlar sær at halda fram sum venjari nakra aðrastaðni. Hóast tað ikki eydnaðist honum at vinna EM-steypið, so hevur hann nú um ikki annað fingið eina tekning av sær saman við steypinum.


Tað er Heimir Hallgrímsson, sum var íslendskur landsliðsvenjari saman við Lagerbäck, ið hevur givið honum myndina. Tað avdúkar teknarin, Gunnar Júlíusson, á facebook, har hann hevur lagt tekningina út alment.


Á tekningini síggjast Lars Lagerbäck og Heimir Hallgrímsson renna undan Joachim Löw, Vicente del Bosque og Louis van Gaal. Orsøkin til, at portugisiski venjarin ikki er á tekningini, er, at hon var bíløgd áðrenn EM-endaspælið byrjaði.