Her er fyrsta pisan í Eysturoy í ár

Í morgun varð merkið vundið á stong á Kambsdali, tí í morgun varð ársins fyrsta pisa á Kambsdali floygd. Tað var Alborg Høgagarð, ið hevur gingið á búskaparbreytini, sum var til próvtøku í virkisbúskapi í morgun. Alborg tók fyrst FHS og helt síðan fram á á búskaparbreytini. 

 

Seinni í dag, og hesar næstu dagarnar, verða fleiri liðug og sleppa at uppliva góðu kensluna  tað er at fáa húgvuna á høvdið. Flestu næmingarnir hava tó ikki sína seinastu próvtøku fyrr enn 25. juni og 26. juni og nøkur fá 27. juni siga tey av Kambsdali.