Her er fyrsta keypið hjá Guardiola

Mest sannlíkt fer Manchester City at styrkja um verjupartin við sponskum leikara.

Hóast Pep Guardiola ikki tekur við sum venjari hjá Manchester City fyrr enn í summar, so eru longu nú greiðar ábendingar um, hvønn leikara hann ætlar sær at fáa til felagið allarfyrst.


Tað verður hildið, at Guardiola ætlar sær at styrkja um verjuna og at finna ein fastan miðverjuleikara við síðuna av liðskiparanum, Vincent Kompany.


Talan er um Aymeric Laporte hjá Athletic Bilbao. 21 ára gamli fransmaðurin hevur verið sera eyðsýndur í miðverjuni hjá felagnum, har hann hevur spælt yvir 100 dystir.


Tað er baskiska útvarpsstøðin, EITB, sum ber tíðindini um at umboðsmaðurin hjá Laporte og ítróttarstjórin í Manchester City, Txiki Begiristain, hava verið í samráðingum.


Í sáttmálanum ímillum Athletic Bilbao og Laporte er ein treyt um, at hann kann keypast leysur fyri 50 milliónir evrur. Tað svarar til umleið 370 milliónir krónur.