Skuldi tað verið onkur, sum ikki hevur fingið tað við, so endurtaka vit fegin: Føroyar hava í kvøld skapt størstu sensatiónina síðani Landskrona-sigurin í 1990. Á útivølli hava vit vunnið 1-0 móti Grikkalandi!
Einsamalla málið í dystinum skeyt Jóan Símun Edmundson, tá hann á markinum til rangstøðu avrættaði skotroynd, so bólturin fekk røttu kósina móti grikska málinum.
Kringvarpið sendi frá dystinum, og HER ber til at síggja føroyska málið. Eitt brot, sum helst verður víst nakrar ferðirnar komandi tímarnar og dagarnar.