Her er EM-video frá Nik & Jay

Í sambandi við kappingina um europameistarasteypið í fótbólti hevur danska duoin Nik & Jay gjørt ein sang til danska landsliðið.

 

Sangurin "Vi vandt i dag" kom út fyri fáum vikum síðani, men donsku ummælararnir hava ikki verið serliga gávumildir, tá teir skuldu geva poppdreingjunum stjørnur, hattar, hjørtu og so framvegis fyri fótbóltssangin.

 

Nú hava teir báðir Nik og Jay so sparkað EM fótbóltsfestina í gongd við einum videolagið til teirra boð upp á ein landsliðssang.

 

Videolagið til "Vi vandt i dag" sæst niðanfyri