Her er EM-skráin

Her sæst yvirlit yvir nær føroysku kvinnurnar spæla ímóti Svøríki, Serbia og Makedonia.

Við tveimum søguligum sigrum ímóti Grikkalandi og Finnlandi hevur føroyska kvinnulandsliðið spælt seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum verður spæld frá í heyst og fram til komandi summar.


Les eisini: Kvinnurnar leiktu seg víðari


Føroyar eru komnar í bólk saman við Svøríki, Serbia og Makedonia. Dystarskráin sær soleiðis út:


27. ella 28.09.17: Serbia – Føroyar

30.09 ella 01.10.17: Føroyar – Svøríki

21. ella 22.03.18: Føroyar – Makedonia

24. ella 25.03.18: Makedonia – Føroyar

30. ella 31.05.18: Føroyar – Serbia

02. ella 03.06.18: Svøríki – Føroyar

 

Les eisini: Scott: Størsta upplivingin sum venjari