Egyptiski uttanríkisráðharrin, Mohamed Kamel Amr (myndin), hevur vissað amerikanska starvsbróður sín, John Kerry, um, at einki hernaðarkvetti er framt í Egyptalandi.
Eg vóni, at støðan verður lisin rætt, at her er ikki talan um nakað hernaðarkvetti, tí tað, sum er hent, er í tráð við stóra fólkaviljan, segði Amr í gjárkvøldið.
Eitt hernaðarkvetti ímóti einum valdum leiðara vildi undir vanligum umstøðum elvt til búskaparligar revsiatgerðir, og í Egyptalandi kundi tað ført til minking í alneyðugum amerikanskum stuðli.
Samstundis heitir islamistiska samgongan, sum stuðlaði forsetan, Mohamed Morsi, á sínar stuðlar um í dag friðarliga at mótmæla kring alt landið, at herurin hevur lagt upp í politisku tilgongdina.