(Sjónbandabrot) Bara 19 ára gamli Heðin Hansen gjørdist dagsins maður í Sarpugerði, tá hann í evstu løtu við einum dreymamáli avgjørdi grannauppgerðini millum Víking og ÍF til fyrimuns fyri Víking, sum nú er oddalið í Effo-deildini.
Dysturin millum Víking og ÍF hevði alt sum ein grannauppgerð skal hava. Tað var bæði gott og skjótt spæl, men eisini hart og kontant spælt í einum ferðmiklum dysti, ið eisini bjóðaði upp á fimm mál og eina kanón av einum skoti, sum avgjørdi alt í evstu løtu.
Undir greinini ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Heldur tú málið hjá Heðini Hansen ein uppskot til ársins mál higartil?
Víkingur-ÍF 3-2 (1-2)
0-1: Øssur Dalbúð, 19
1-1: Hanus Jacobsen, 23
1-2: Ari Ó. Ellingsgaard, 43
2-2: Finnur Justinussen, 83
3-2: Heðin Hansen, 89
Upptøkur: (Jóhan Thomsen)