Her er dómarafrágreiðingin

Her ber til at síggja hví Hans Jørgin Djurhuus fekk fýra dystir leikbann

35 ára gamli miðvallarin hjá Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus, hevur fingið fýra dystir leikbann, eftir at hann í dystinum móti EB/Streymi mánakvøldið fekk sítt seinna gula kort. Tað er serliga reaktiónin aftaná, sum hevur gjørt, at Hans Jørgen nú stendur til at missa steypafinaluna.

 

Í dómarafrágreiðingini stendur:

 

Umframt at leikarin fær ein dag leikbann fyri reyða kortið í dystinum 11.08.2014, fær leikarin tveir daga leikbann afturat fyri at vísa dómaranum fingurin og ein dag leikbann fyri at sparka bóltin inn á vøllin, umframt at kasta við jarnpetti.

 

Um sjálva útvísingina skrivar høvðusdómarin, Rúni Gaardbo:

 

Var sera misnøgdur

 

Ávegis út av vøllinum vísti hann dómaranum fingurin(Skråt op). Eg sá tó ikki hetta sjávlur, men 1. hjálpardómari (Andreas) sá hetta.

 

Komin út um vøllin tekur HJD ein kampbólt, sum liggur úti við linjuna, upp og sparkar bóltin inn á vøllin í øðini.

 

Komin til portri sum leiðir inn í húsið, tekur hann eitt jarn (Sum verður brúkt at at læsa portri við) og kastar hetta hart inn í niðara part av portrinum. Jarni sprakk aftur móti HJD sjálvum, men rakar tíbetri ongan, tó at nøkur fólk vóru tætt við.

 

Síðani fór HJD inn í húsið.

 

Øll hendan støðan tók uml. 30-40 sekund frá HJD hevði fingið seinna gula korti og tískil reytt.

 

Víkingur kann kæra

 

Hann skal sostatt sita uttanfyri í landskappingardystunum móti AB, KÍ og NSÍ, umframt í steypafinaluni móti HB. Av tí at talan er um leikbann, sum er longri enn tríggir dystir, so kann Víkingur kæra dómin frá FSF.

 

Tað skal gerast innan fimm dagar og kostar 1.000 krónur.

Les eisini: Hans Jørgen langt leikbann