Norski Martin Ødegaard hevur verið nevndur sum eitt av heimsins størstu fótbóltstalentum, og fyri tveimum árum síðani tók hann stóra fetið frá heimalandsfelagnum Strømsgodset til spanska stórfelagið Real Madrid.
Tað hevur tó ikki gingið eftir vild hjá honum í Real Madrid, har hann hevði ilt við at bíta seg fastan á eykaliðnum. Eftir tvey ár í felagnum og einans ein dyst fyri besta liðið, valdi Real Madrid í januar at leiga hann út til hollendska Heerenveen.
Har, í bestu hollendsku deildini, skal tann nú 18 ára gamli vongleikarin vera í hálvtannað ár. Ødegaard hevur spælt níggju dystir við norska A-landsliðnum, men í seinastuni hevur hann tó ikki verið úttikin.
Spanska blaðið El Confidential skrivar, at Real Madrid og Heerenveen hava gjørt eina heilt serliga leiguavtalu, har Real Madrid skal fáa umleið 300.000 krónur fyri hvørja ferð Ødegaard ikki verður brúktur í einum dysti.
Blaðið sigur seg eisini vita, at Heerenveen-venjarin, Jurgen Streppe, ikki er heilt nøgdur við avrikini hjá Ødegaard higartil, men at hann kennir seg noyddan at brúka hann, tí at annars fer tað at kosta felagnum nógvar pengar.
Síðani skiftið í januar hevur Martin Ødegaard spælt við í øllum sjey dystunum hjá Heerenveen.