Her er dómurin hjá Kroatia

Kroatia hevur nú fingið revsing fyri ófriðin ímillum áskoðararnar í EM-endaspælinum.

Aganevndin hjá UEFA er í dag komin fram til niðurstøðu í málinum um ófriðin frá kroatisku fjepparunum í EM-endanspælinum í Fraklandi, har teir í dystinum ímóti Kekkia tveittu kanónsløg inn á vøllin.


Ein eftirlitsmaður var tætt við at missa hondina, tá ið hann skuldi rudda vøllin. Tað hevur nú fingið avleiðingar, tí kroatiska fótbóltssambandið má rinda eina bót áljóðandi 745.000 krónur fyri ófriðin.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at Kroatia verður revsað fyri ófrið ímillum áskoðararnar. Í undankappingini vóru trupulleikar av rómarljósi, rasismu og einum hakakrossi, ið varð teknaður á vøllin.


Hesin ófriðurin førdi eisini til eina bót áljóðandi 745.000 krónur. Harumframt misti Kroatia eitt stig og mátti spæla tríggjar dystir handan læstar dyr.