Her er besta liðið

HM í Algeria: All Star-liðið frá HM-endaspælinum fyri U21-landslið er nú sett.

Fyriskipararnir av HM-endaspælinum fyri U21-landsliðið í Algeria, har Føroyar vóru við og gjørdust nummar 16, hava nú sett besta liðið í kappingini.


Tríggir av teimum, sum vóru í sama bólki sum Føroyar, eru valdir á hetta liðið. Teir eru Mátyás Győri (Ungarn), Dika Mem (Frakland) og Lukas Mertens (Týskland).


Danmark, sum fekk silvur eftir 39-38-finalutap ímóti Spania, hevði besta spælaran í kappingini. Tað var vinstri bakkur teirra, Lasse Møller.


Besta liðið í U21-HM 2017:


Málverji: Xoan Ledo (Spania)

Høgri vongur: Aleix Gómez (Spania)

Høgri bakkur: Dika Mem (Frakland)

Playmaker: Mátyás Győri (Ungarn)

Vinstri bakkur: Lasse Møller (Danmark)

Vinstri vongur: Lukas Mertens (Týskland)

Strika: Magnus Saugstrup (Danmark)