Her er best at byggja Føroya fyrstu fótbóltshøll

Her kann ein fótbóltshøll byggjast, sum eisini hevði verið eitt risa frambrot fyri frælsan ítrótt í Føroyum

Føroya fyrsta fótbóltshøll eigur at verða bygd á Svangaskarði á Toftum.

 

Tað heldur Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.

 

Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at byggja tvær fótbóltshallir í Føroyum.

 

Síðani hevur eitt ávíst kjak tikið seg upp um, hvussu slíkar hallir skulu vera, og ikki minst, hvar tær skulu vera.

 

Men teir báðar spurningarnar hevur borgarstjórin á Nesi eitt greitt boð upp á.

 

Hann heldur, at ein slík fótbóltshøll eigur at koma so nógvum ítróttarfólki sum gjørligt, til góðar.

 

Og í hesum sambandi grevur hann eitt uppskot frá 2012 framaftur um at byggja eina stóra høll á Svangaskarði.

 

- Har hava vit ein vøll við plássi til frælsan ítrótt og við rennibreyt rundan um, sigur hann.

 

Men umstøðurnar eru nú, verður hann ikki nógv brúktur, leggur hann sum afturat.

 

Og hann heldur, at tað er sjálvsagt, at taka uppskotið frá 2012 framaftur og gera Føroya fyrstu fótbóltshøll við at byggja vøllin á Svangaskarði inni.

 

Sostatt fáa vit tvey fyri eitt, sigur hann. Vit fáa eina høll til fótbólt, men vit fáa eisini eina høll, at tað ber til at íðka frælsan ítrótt undir taki.

 

- Tað hevði verið eitt risa framstig fyri fótbóltin, men tað hevði so sanniliga eisini fyri eitt risa framstig fyri frælsan ítrótt, staðfestir hann.

 

- Ein slík høll hevði verið eitt risa frambrot fyri bæði hjá teimum, sum íðka ítrótt til stuttleika og tey, sum íðka ítrótt á kappingarstigi.

 

Hann sigur, at mett verður, at útgrevstur, planering og vøllur eru eini 20 prosent av útreiðslunum til eina slíka høll.

 

- Men á Svangaskarði er alt tað arbeiðið gjørt frammanundan, so tað er bara at byggja høllina rundan um vøllin.

 

Hann sigur, at virðið á arbeiðnum, sum longu er gjørt á Svangaskarði við útgrevstri, planering, vølli og rennibreyt, verður mett at vera einar 20-25 milliónir krónur.

 

Hann leggur afturat, at mett verður, at sjálv høllin fer at kosta 45-50 milliónir krónur at byggja.

 

Verður nakað lagt afturat, ber væl til at gera áskoðarapláss, sum verða drigin inn yvir rennibreytina, táið dystir eru, og so frá aftur, tá ið rennibreytin skal brúkast, leggur hann afturat.

 

Borgarstjórin vísir eisini á, at Svangaskarð liggur somuleiðis væl fyri landafrøðiliga. Serliga tá ið Eysturoyartunnilin er gjørdur, er eisini stutt at koyra á Svangaskarð, bæði sunnaneftir úr Havnini.

 

Johannus Danielsen ásannar kortini, at talan er um eina so stóra uppgávu, at hana klárar Nes kommuna ikki at lyfta einsamøll.

 

- Skal ein slík høll verða veruleiki, mugu landið og Fótbóltssambandi átaka sær sín part av útreisðluni, saman við kommununi. Men helst skuldu fleiri kommunur, sigur Johannus Danielsen.

 

Og hann leggur afturat, at parturin hjá Nes kommunu skal so ikki liggja eftir.