Víkingur hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála við miðvallaran, Jobin Drangastein av Argjum. Víkingur hevur leitað eftir einum spælara til miðvøllin, nú Súni Olsen hevur skift til KÍ.
- Víkingur er eitt sera áhugavert felag, ið hevur verið við til at mynda toppin í føroyskum fótbólt tey seinastu mongu árini. Tískil eri eg sera spentur upp á, at fáa meg royndan í einum felagi við so góðum og royndum spælarum, sigur Jobin Drangastein við heimasíðuna hjá felagnum.
Jobin Drangastein hevur sína fótbóltsuppaling í AB, har hann hevur spælt 112 dystir í Effo-deildini.